Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller
Lesarin skrivar

Fyri eini 4 árum síðan boðaði Bárður Enni frá, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HFS) mælti til at revsa Bakkafrost við uml 67 mió kr fyri brot á kunngerðir um lúsateljing, djóravernd, flutning av laksi millum aliøki o.t.

Løgið, at ein almennur byrokratiskur stovnur á Debesartrøð kann leggja so stóra revsing á eitt vinnuvirki, ið av øllum alvi røkir sína livandi framleiðslu til hægst møguligt søluvirði.

Vanliga áleggur løgregla, ákæru- og dómsvald mær at gjalda t.d. eina parkeringsbót.

Fyrr galt tað eisini revsing fyri ikki goldið KvF-gjald. Men nú fær KvF sínar sløku 100 mio kr í árligum rakstrarkostnaði inn við skattatvingsli, eisini frá tí helvt av føroyingum, ið ikki halda stovnin røkja sínar óheftu tíðindaskyldur.

Hvussu skal Sortudíki klára óheftan tíðindaflutning, tá torvur av nú- og fyrrverandi ungum og pensioneraðum, hálvum og heilum politikarum manna tíðindadeildina?

Tað er sama slagsíða, sum ein altjóða kanning av universitetum vísti, at lutfallið millum vinstra- og høgravendar undirvísarar er 13:1 til fyrimuns fyri sosialistar.

Tað lá á ljóði, at tvey akademisk groyggj høvdu valt at revsa høvuðsmotorin í føroyska búskapinum, tað kapitalistiska Bakkafrost, við hesi fúlu 67 miljóna sekt, ið Bárður Enni við bivandi rødd líðin bar alment fram frá sínum politisku aktivistum.

Torturur í 4 líðilong ár
Nú, eini 4 ár eftir uppskotna sektardómin frá landsins hægsta lúsa- og djóraverndarstovni, fánaði tann heilsuskaðiliga ráðagerðin, sum tá krapakravi kreymar í sól.

Bolsen fúti viðgekk alment, at hann telefoniskt í stillum hevði máað støðið undan árásini á BF. Tað var í tøkum tíma í hesum 67 miljóna álopi, tí 95% av føroyskum fyritøkum høvdu ikki hórað undan slíkum kjaftfiski frá tí almenna.

Hugsi ofta um hini alifeløgini og reiðaríini, sum fáa álagt 100-als tøku- og veiðigjøld árliga fyri at nøkta tað ómettandi slúknið eftir skatti og avgjøldum frá okkara politikarum, ið liva av at keypa atkvøður fyri skatt og avgjøld. Soleiðis virkar tann sosiali sáttmálin millum skattgjaldarar og veljarar (tey somu) við politikarum sum millummonnum.

Tað eru tær politisku náttúrulógirnar: ’Ein og hvør útreiðsla hækkar, til hon nær teirri inntøku, ið er tøk at rinda fyri hana’ (Parkinson). Síðan fer hon enn longur upp.

Móti endanum av hesum 4 ára drúgva torturi av Bakkafrost var lítið og einki eftir av íspunnu illgrununum. Sosialistiski aktivisturin í KvF, Marjun Dalsgaard, royndi tó nakrar ferðir at halda illgrunanum viðlíka, stuðlað av almennum samsintum í lagghallum politiskum sendingum, uttan at Bakkafrost fekk høvi at verja seg.

Ikki heldur enn hundur fyri himmiríki
Sløk helvt av føroyingum (sjálvur íroknaður) liva undir almennum veingjabreiði av at fáa skatt í løn og pensjón. Vit ’funktionerar’ við starvsmannalyndi teljast millum tey 85-90% av fólki, ið velja eitt trygt, vart starv fyri miðal hampa fasta løn.

Í Føroyum eru vit eini 12.000 fólk í starvi hjá almennum arbeiðsgevarum, vard av einum sosialisti og fyrrv. SvF-teknikara. Hini 16.000 av Føroya løntakarum eru í vinnuligum starvi við Sonju Jógvansdóttir sum ’brimli’ í láturmunnanum. Hon var sosialistisk tingkvinna, men nú fulltíðar aktivistur og enntá sakkøn/ur viðmerkjari í KvF við prógvi í samfelagsfrøði frá Fróðskaparsetrinum (Nógvar kasjettir, allar reyðar).

Tíbetur sleppa vit í vardum almennum ella vinnuligum starvi undan at spekulera, hvussu hini 10-15% av føroyingum, íbirtarar ella íverksetarar (eyknevndir ’kapitalistar’), baksast uttan skatt í løn fyri at breyðføða seg sjálvan og annars allar føroyingar.

Tey sjálvstøðugt vinnurekandi klára at dríva okkara fjøltáttaða vinnulív á sjógvi og landi, ið hýsir, føðir og klæðir okkum øll. Náði hesi, um tey ikki gjalda við almenna kassa Nr. 1, eins og aðrir skattgjaldarar (tó uttan roknskaparskyldu) gera.

Ei undur í, at so stórur partur av okkum ikki hevur umsorgan, virðing, ans ella skil fyri vinnulívi heldur enn hundur fyri himmiríki. Tíbetur fyri okkum, men tíverri ofta til ampa fyri tey, ið varða av og stríðast til dagligt fyri at fáa vinnulívið í øllum tess óendaliga margfalni av virka og kasta meiri og meiri av til okkara øll.

Hvat er so Bakkafrost?
Tey flestu røkja sítt starv samvitskufult. Men tey allar fæstu vita, hvat Bakkafrost (BF) er. Hvussu skulu vit eisini tað? Fólkaskúlin kann umrøða eina ali-, fiskivinnu- ella vinnufyritøku jaliga fyri børnum. Men framhaldsdeildin kundi byrja at greitt hálvvaksnum frá týdninginum av einum væl virkandi vinnulívi.

Sama áttu miðnáms-, handilsskúlar og Setrið at gjørt. Men tað veldst væl eisini um lærugreinar og politiskt virknar lærarar (13:1? Neyvan so galið… ella kvøða tey somu politisku vísu sum Tíðindadeildin í KvF o.a. akademiskir kannustoyparar?).

--------------------------

Faktaboks um Bakkafrost

Hvussu nógvir føroyingar vita t.d. at

  1. Bakkafrost (BF) hevur 1.200 fólk í arbeiði í Føroyum og 500 í Skotlandi.

  2. BF framleiddi í fjør 7 mia kr í søluvirði, (= 50% av Føroya útflutningsvirði).

  3. 7 mia kr árliga svara til 90% av Løgtingsfíggjarlógini.

  4. BF hevði í fjør 900 mió kr í vinningi, tað eru góðar 500 mió kr eftir skatt.

  5. BF rindaði slakar 400 mió kr í skatti og avgjøldum til land og kommunur.

  6. BF rindaði slakar 1.000 mió kr í lønum í Føroyum.

  7. Hesi starvsfólk gjalda einar 400 mió kr íalt í skatti til land og kommunur.

  8. BF gjørdi 1.100 mió kr í íløgum í Føroyum í fjør.

  9. BF keypti í fjør fyri 1.600 mió kr frá føroyskum veitarum (12 mia kr íalt síðan 2021).

  10. 96,7% av øllum laksunum hjá BF komu til høldar.

  11. 0 fiskur slapp úr nótum í Føroyum og 0 í Skotlandi í fjør.

  12. BF hevur fóðurfaktorin 1.1, ið merkir 1 kg av laksi fyri 1,1 kg av fóðri.

  13. BF hevur gjørt íløgur fyri 2.000 mió kr íalt í síni skip og bátar.

  14. BF hevur lagt 4.000 mió kr í lívfiska- og smoltstøðir kring Føroyar.

  15. BF hevur 4 mia kr í laksavirði svimjandi í ringunum kring landið.

  16. Eginognin hjá BF er 11 mia (11.000 mió) kr (= 58% av samlaðu ognini).

  17. Samlaða ognin hjá BF er 19 mia (= 19.000 mió) kr.

  18. BF eigur Fiskamjølsvirkið Havsbrún í Fuglafirði.

  19. Í fjør landaðu føroysk og útlendsk skip 350.000 tons av uppsjóvarfiski.

  20. Havsbrún (HB) framleiddi úr hesi rávøru 165.000 tons av laksafóðri.

  21. HB framleiddi umframt tað 75.000 tons av fiskamjøli

  22. HB framleiddi 11.500 tons av fiskalýsi í fjør.

---------------------------------

Útflutningsvinnan hýsir, føðir og klæðir okkum øll
Omanfyri nevndu hagtøl o.a. upplýsingar um BF skuldu gjørt hugsnar føroyingar greiðar yvir, hvussu risa stórt virði ein fyritøka sum BF hevur fyri okkum øll.

Synd og skomm, at nakrir óreinir akademiskir, sosialistar, byrokratiskir dvørgar móti vinnuligum kappum, kunnu finna fragd í áravís at leggja fótonglar fyri ella skatta í hel Bakkafrost o.a. vinnu á sjógvi og landi og teirra lívgevandi virksemi.

Altjóða partaeigarar og íleggjarar fylgja væl við, hvussu væl ella illa vit føroyingar stuðla og/ella darva lokomotivunum í okkara búskapi.

Føroyingar við skili og virðing takka og biðja fyri heldur enn erta okkara størstu altjóða vinnufyritøku, sum hýsir, føðir og klæðir okkum øll, eisini tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovu og í Sortudíki.

Uttan Bakkafrost var hungur og hall, so 1000-tals føroyingar máttu flutt úr Føroyum.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #