Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum. Trý frystilínuskip eru við Ísland og seks eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Eitt liggur við bryggju. Okkurt frystilínuskip landar í vikuni.
Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott fyri tað mesta, so tað verður nakað av útroðri.
Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Hinir liggja við bryggju, men væntandi fer onkur út um vikuskiftið.
Fýra pør eru til fiskarí. Tey flestu landa í vikuni. Tvey pør fiska gulllaks.
Tríggir trolbátar eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Allir landa í vikuni. Væntandi fer onkur út í næstum.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



