Vit føroyingar - úr øllum heiminum: Heim hennara er bumbað og brent. Persónligu ognarlutir hennara eru brendir og burtur. Heimstaður hennara er í sorli, og sjálv hevur hon krígsskaða av einari granat.
Oleksandra Lysechko búði í meira enn ein mánaða í einum kjallara í Mariupol í Ukraina við ongum streymi, lítið av mati og næstan ongum at drekka, meðan bumburnar regnaðu uttanfyri. Ein dagin, tá hon fór út at leita eftir brenni, fann hon eina avsprongda mannahond, og seinni bleiv tað vani at finna likamslutir. Ræðuleikarnir sita fast brendir á nethinnuni.
Oleksandra Lysechko er væl útbúgvin og hevði gott leiðslustarv í einum av størstu bankunum í Ukraina. Nú starvast hon í einum køki hjá Almannaverkinum og býr við Villingardalsvegin í Havn.
Bønin hjá Oleksandru er, at kríggj fara at steðga, og at vit fara at brúka lívið til tað, sum veruliga gevur meining.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



