Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið hana fyri teg
- Robert Henlein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið hana fyri teg
- Robert Henlein
Onnur tíðindi

Grindamannafelagið: Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2026, varð hildin Kr. himmalsferðardag 14. mai 2026.

Umframt skrá sambært viðtøkunum, hevði landstýrismaðurin í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, Bárður á Steig Nielsen eina kunning um, at væntandi bleiv djóravælferðarlógin broytt í komandi viku, so at hon verður ikki er galdandi fyri m.a. grind.  

Løgreglan varð eisini umboða á fundinum, og fekk hon høvið at greiða frá, hvussu tey arbeiða tá grindaboð eru, og eisini varð høvið hjá luttakaranum, at seta teimum spurningar.

Í formansfrágreiðingini, nevndi Ragnar Jacobsen m.a. at árið í fjør varð friðarligt, inntil tað bleiv kunnugt, at grindaforfólk vórðu blivin melda fyri djórapínslu, í samband við eina grind í Hvannasundi.

Felagið valdi beinanvegin at síggja álvaran í málinum, og hevur síðani arbeitt dag og nátt fyri at ein loysn kann finnast, soleiðis at fólk kunnu fara í grind, uttan at liva í tí ótta, at blíva melda av aktivistum, fyri brot á djóravælferðarlógina.

Gestarøðarar vórðu eisini. Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur greiddi m.a. frá merking og lívfrøðiligar kanningar av grind. Eisini nevndi Bjarni, at NAMMCO er komið við einum tilmæli til Føroya, at vit kunnu veiða í mesta lagi 1086 grindahvalir árliga, næstu 5 árini, fyri at veiðan skal verða burðardygg.

Tina Kajsdóttir hevði eisini eina framløgu um, hvussu tað varð at verða kvinna í grind, har mannfólk eru í meiriluta.

Allir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali, tóku við afturvali, og onki annað valevni varð í 
uppskoti. 

Eftir fundin skipaði nevndin seg óbroytt, sum er: 
Formaður: Ragnar Jacobsen, Miðvágur  
Næstformaður/peningarøkil: Bogi Hansen, Runavík 
Skrivari: Esmar Joensen, Hvítanes  
Eykavaldur: Tóri Simonsen, Hvannasund 
Eykavaldur: Bjartur Tórhalsson, Vestmanna 
Eykavald: Tina Kajsdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #