Kreppurakta føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur nú umlagt skuldina, so hon minkar við 90 milliónum krónum. Tað er hent í tingingum við størstu kravánarar, sum eru Betri Banki og enska felagið London Oil and Gas.
Tí boðar felagið frá í børsfráboðan.
Partur av avtaluni er, at London Oil and Gas umleggur ein part av síni áogn til partabrøv, so LOG nú eigur 17,7% av Atlantic Petroleum.
Grundað á hetta hevur nevndin gjørt av at halda fram við rakstrinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



