Kvinnan, sum kemur við ákærurunum móti Epstein og Trump, varð avhoyrd fýra ferðir av FBI í 2019, men bert skjølini frá eini av avhoyringunum vórðu í fyrsta umfari almannakunngjørd, skrivar TV 2.
Millum annað NBC News hevur áður boðað frá, at skjøl, sum innihalda ákærur móti Trump, eru hildin aftur.
Ein genta sigur, at hon varð útsett fyri umfatandi misnýtslu av Jeffrey Epstein sum ung – í áttatiárunum.
Men hon ákærir eisini Donald Trump, forseta, fyri misnýtslu.
Gentan búði eftir øllum at døma í South Carolina og minnist, at hon var millum 13 og 15 ára gomul, tá Trump framdi kynsligan ágang móti henni.
Hon lýsir, hvussu Epstein tók hana við sær til eitt háhús við stórum rúmum, antin í New York ella New Jersey, har kynsbrotsmaðurin so introduseraði hana fyri Trump.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



