Amerikanska netsíðan Axios skrivar, at keldur upplýsa, at USA og Iran nærkast eini avtalu um at enda kríggið.
Sambært Axios vænta amerikanarar svar frá Iran innan 48 tímar um fleiri lyklapunkt.
Avtalan fer at hava við sær, at Iran ger avtalu viðvíkjandi ríkaðum uran og USA fer at avtaka revsitiltøkini og leysgeva milliardir í frystum peningi.
Avtalan fer eisini at hava við sær, at avmarkingarnar fyri skipaferðsluni gjøgnum Hormuzsundið verða settar úr gildi, soleiðis at altjóða oljuflutningurin nærkast tí hann var, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



