Fremst á myndini frá vinstru: Beate L. Samuelsen, Maria Olsen, Johild Joensen, Mads Guttesen og Alfred Olsen. Aftast á myndini: Sjúrður Kjølbro og Astrid Debes Jacobsen. Á myndini vantar Jens Marius Poulsen

Landsfelag Pensjónista: Leygardagin 2. mai 2026 hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund, har m.a. nevndarval var á skránni. Fyri vali stóðu tveir nevndarlimir og tríggir varalimir.
Jákup Andreasen og Erhard Jacobsen stillaðu ikki uppaftur til nevndina.
Í nevndina vóru vald:
Astrid Debes Jacobsen frá Eldrafelagnum Vesturskin í Vestmanna
Johild Joensen frá Eldrafelagnum Nón í Runavíkar kommunu
Sum varalimir vóru vald:
Mads Guttesen, Pensionistafelagið í Havn
Sjúrður Kjølbro, Pensjónistafelagið Hugni í Klaksvík
Jens Marius Poulsen, Pensionistafelagið í Havn
Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Landsfelag Pensjónista seg soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Maria Olsen, næstforkvinna
Alfred Olsen, nevndarlimur
Astrid Debes Jacobsen, nevndarlimur
Johild Joensen, nevndarlimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo