(savnsmynd)
(savnsmynd)
Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi út tá veðrið er til vildar. Níggju frystilínuskip eru við Ísland og eitt eru við Føroyar.
Streymurin verður harður og veðrið verður heldur einki serligt, so vit rokna ikki við nógvum útróðri.
Ein djúpvatnstrolari fiskar upsa og kemur at landa mánadagin. Ein fiskar svartkalva eystanfyri og ein er ávegis í bretskan sjógv at fiska svartkalva. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og kemur væntandi at landa miðskeiðis í vikuni.
Fýra pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Okkurt parið fer út, tá veðrið er tilvildar.
Allir trolbátarnir liggja við bryggju og bíða eftir at veðrið batnar.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Bæði landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



