Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Bloggur

BirkBloggur: Fimti sangur úr Hoydølum í kvøld var hin víðagitni "Føroyingar" hjá MC Restorff, sum Sophilia hevur tikið til sín. Hon syngur í gospelkóri og tosar um at møta føroyingum, sum blíva kløkkir, tá hon dugir føroyskt, so ikki er neyðugt at tosa enskt við hana. Hetta er mín samleiki og eg staðfesti hann í hesum sangi, sigur hon um kvøðuljómaslagaran. Hon syngur við feel og soul og leggur egnar listaligar gávur fyri rest omaná sangin, sum verður eitt stórbært super bowl statement, heldur enn ein triviell sjálvfylgja. Eftir piano pískar og vindur hon upp eina rapp shuffle heilt út í rúmdina, beint úr dagsins Føroyum, og so er ein Jimi Hendrix star-spangled banner sloyfa frá Paula til endans. Hetta er tað besta eg havi hoyrt í langa tíð. Har tað sjálvsagda møtir tí óvæntaða.

Les meira beint her: Sophilia spískar samleikan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #