At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Eftir 11 árum við eindarleiðarum í heilsu- og umsorganartænastuni verður nú farið aftur til at hava stovnsleiðarar.

Tað er fyrst og fremst broytingin í fólkasamansetingini, sum ger tað neyðugt at broyta bygnaðin í heilsu- og umsorganartænastuni.

Síðan 2015, tá eldraøkið varð flutt frá landsmyndugleikunum út til kommunurnar at reka og umsita, er talið av fólkum eldri enn 80 ár hækkað lutfalsliga nógv, og alt bendir á, at talið fer at hækka uppaftur meira komandi árini.

Verandi bygnaður í heilsu- og umsorganartænastuni er frá 2014. Tá varð farið burtur frá at hava røktarheimsleiðarar á hvørjum stovni, men eindarleiðarar vórðu settir fyri umleið tríggjar stovnar hvør.

Í dag eru sostatt tríggir eindarleiðarar, sum allir hava fleiri stovnar undir sær.

Nýggj krøv
Nógv er broytt hesi 11 árini, síðan verandi bygnaður varð settur í verk. Eitt er fólkasamansetingin, men fleiri nýggjar lógir og kunngerðir eru settar í gildi, umframt aðrar uppgávur, sum eru komnar við árunum.

Skipanin við eindarleiðarum hevur riggað væl í sambandi við til dømis fíggjarligt skynsemi og at skipa eins tilboð og tænastur til borgarar. Hinvegin er arbeiðsbyrðan hjá eindarleiðarunum vaksin nógv seinastu árini.

Starvsfólk hava eisini gjørt vart við, at eindarleiðslan til tíðir hevur verið ov langt burtur frá gerandisdegnum á deildunum, ið millum annað eisini kom fram í nøgdsemis- og trivnaðarkanningini, sum varð gjørd í 2022.

Styttri leið til leiðsluna
Tí verður nú lagt upp til eina broyting í bygnaðinum, har farið verður aftur til at hava stovnsleiðarar.

Stovnarnir, talan er um, eru Boðanesheimið, Lágargarður, Stórabrekka (sum kemur í 2028), Demensøkið (sum er Tjarnargarður, Vallalíð og tilboð til borgarar við demens) og Heilsuhúsið (sum er øll tilboð til borgarar, sum búgva heima). Sostatt verður talan um fimm stovnsleiðarar.

Høvuðssetningurin við arbeiðnum at skipa ein nýggjan bygnað hevur verið, at leiðslan skal vera tættari at tænastum, tilboðum, starvsfólkum og borgarum. Stovnsleiðararnir fara eisini at hava fast starvspláss á stovnunum og verða tí lættari atkomiligir hjá deildarleiðarum og øðrum.

Onki verður broytt við bygnaðinum fyri deildarleiðslu, men stovnsleiðarin fer at taka fleiri av umsitingarligu uppgávunum av herðunum hjá deildarleiðaranum.

Í arbeiðnum við bygnaðarbroytingunum hava deildarleiðslurnar víst á, at við stovnsleiðarabygnaðinum fer teirra arbeiði at gerast munandi smidligari, og meira fokus kann setast á veruligu uppgávuna við leiðslu av fakligheit, starvsfólkum og størri nærleika við borgarar og avvarðandi.

Stórur fólkavøkstur
Í 2015, tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið, búðu 760 fólk eldri enn 80 ár í Tórshavnar kommunu. Í 2025 vóru tey 1.059 í tali, og framrokningar siga, at í 2035 fara 1.618 fólk í Tórshavnar kommunu at vera eldri enn 80 ár.

Roknað verður eisini við, at í 2035 verða 4.900 fólk í kommununi, sum eru eldri enn 67 ár. Í 2015 vóru tey 2.589.

Í løtuni eru 212 búpláss í kommununi umframt 32 stutttíðarpláss, so tilsamans eru 244 pláss. Í 2035, tá nýggja heimið í Stórubrekku og eldradepilin í Kollafirði eru tikin í nýtslu, kemur talið upp á 308 pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #