Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið hana fyri teg
- Robert Henlein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið hana fyri teg
- Robert Henlein
Tónleikur

Innsent: Eftir tvær sera væl eydnaðar endurinnspælingar av Frøknur og Stjørnuskot hava elektropopp nøvnini BYRTA og SAKARIS aftur verið í upptøkuhølunum, og blást nýtt lív í enn ein 80´ara slagara og hesuferð stóð valið á lagið Ansa eftir við Nalja, sum var á plátuni við sama heiti, sum kom út í 1988.

BYRTA og SAKARIS eru stórfjepparar av bólkinum NALJA, sum vóru undangongufólk á føroyska popp pallinum, og tískil var upplagt, at lata hetta frálíka lagið, í nýggjan ham. “Ansa eftir” snýr seg um eitt fríggjakvøld,har ein kvinna er farin út í býin, at finna sær ein mann, sum kann hita og vera góður við hana.

Nýggja útsetingin er lívlig og 90´aralig, við 90´ara Euro dance rútmum, sum fer at fáa fjøldina upp á dansigólvini í summar.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/ansa-eftir

Viðvirkandi
Orða- og tónasmið
Kári Jacobsen (orð og lag)

Tónleikarar
Guðrið Hansdóttir (sang)
Sakaris Emil Joensen (sang, ljómborð, forritan)
Janus Rasmussen (ljómborð, forritan)

Framleiðsla
Guðrið Hansdóttir (lagt til rættis)
Sakaris Emil Joensen (lagt til rættis, upptikið, framleitt)
Janus Rasmussen (lagt til rættis, upptikið, framleitt, ljóðblandað)
Glenn Schick (frumband)
Sigrún Hanna (perma)

TUTL (útgivið)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #