Visit Tórshavn: Árligi várdagurin í Havn, Býurin spírar, verður í leygardagin 2. mai.
Hetta er dagurin, tá fleiri handlar í Havn hava opið til kl. 18.00 við tilboðum, tiltøkum og nýggjum várvørum. Eitt nú verður livandi tónleikur, eydnuhjól og annað á skránni. Til ber at síggja fleiri tilboð og hvørjir handlar luttaka í tiltakinum, Býurin spírar, á Facebooksíðuni ‘Havnarlív’.
Hetta er somuleiðis ein dagur, tá eisini nógv annað er á skránni í býnum. Eitt nú verður Umhvørvisvikan sett við tiltakinum ‘Plantið eitt træ’, og á Tórsgøtu verður ‘Ein dagur á grynnuni’. Sostatt verður ivaleyst nógv og gott lív í býnum í Havn hendan leygardagin, tá allur býurin spírar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



