Innsent: Leygardagin 16. mei verður Hólmahúsið á Eiði karmur um eina søgukenda løtu, sum byrjar stundisliga kl. 15 við einum drekkamunni.
Varaborgarstjórin í Eiðis kommunu, Tove Kruse Samuelsen, fer at seta løtuna.
Hesi fara at greiða frá minnishendingum: Svanhild Vesturdal og Hanus Hammer.
Jógvan Hammer fer at at skipa fyri eini kunnandi spurnarkapping við støði í staðarnøvnum og hendingum úr Eiðis søgu.
96 ára gamli Hans Poulsen, sum er føddur og uppvaksin á Eiði, fer at greiða frá ymiskum á lívsleið síni. Hans var ein av elstu beiggjunum í stórum systkinaflokki, sum 14 ára gamal misti mammuna, Sannu, ið var úr Hvalvík. Pápi hansara Andrias Poulsen, nevndur Andrias hjá Jens, var fiskimaður. Hans lærdi til snikkara í Klaksvík fyrst í 1950-árunum. Seinni byrjaði hann egið snikkaravirkið í Klaksvík.
Karl Martin Samuelsen, ið er hálvur eiðismaður, fer at syngja sangir, sum hann sjálvur hevur yrkt. Mamma hansara, Dudan, var ættað úr Britustovu, ið er eitt av gomlu vøkru húsunum, sum enn eru eftir í bygdini.
Svenning av Lofti samskipar løtuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



