Reyði Krossur Føroya: Á árliga aðalfundinum hjá Reyða Krossi Føroya varð, sum varð hildin í dag 10. Mai, varð nevndin afturvald.
Góð uppmøting var til fundin, sum varð hildin í høvuðsbygninginum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Jóannes Eidesgaard, formaður, Torfinn Højgaard, næstformaður, Mary-Ann Thomsen, kassameistari, Fía Niclasen, nevndarlimur, Tommy Petersen, nevndarlimur, Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur, Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur.
Ársfrágreiðingin varð løgd fram á fundinum. Greitt varð frá nógva og vaksandi virkseminum hjá Reyða Krossi um alt landið. Eisini varð greitt frá nýggju strategiini hjá okkum, sum hevur heitið Saman um at hjálpa, sum er galdandi fyri árini 2026-2031.
Fíggjarstøðan í felagsskapinum er góð. Millum annað hevði Endurnýtslan 2,2 milliónir krónur í yvirskoti, sum er eitt gott grundarlag fyri hjálpararbeiðnum.
Annars er nógv gott at siga um virksemið í farna ári. Millum annað fingu 2.361 føroyingar prógv í fyrstuhjálp, 651 pakkar vórðu útflýggjaðir í Mat- og klædnahjálpini, og so lat Reyði Krossur harafturat 5,6 milliónir krónur til humanitera hjálp kring heimin í 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



