Familjufyrisitingin: Virksemið er vaksið nógv seinastu árini. Familjufyrisitingin hevur fingið ábyrgd av nýggjum málsøkjum og uppgávum, og talið av viðskiftafólki, ið gera brúk av ymsu tænastunum, økist.
Seinasta árið eru tað serliga økingar í umsóknum av verju málum, umsóknir um framtíðarfulltrú og umsóknir um bústað hjá barni, sum krevja munandi meira arbeiðsorku.
Í 2025 vóru smáar broytingar gjørdar í bygnaðinum í Familjufyrisitingini, soleiðis at nøkur ábyrgdarøki eru løgd út á ávís starvsfólk.
2025 var fyrsta heila árið har ógift foreldur kundu skráseta faðirskap á Vanganum. Í 2025 vóru heili 96 % av faðirskapar málunum hjá Familjufyrisitingini avgreidd umvegis Vangan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



