Í dag er 25. apríl sum er føroyskur flaggdagur. Flaggdagshald verður í nógvum bygdum og býum kring landið har flaggsangurin, Sjá tú blánar, verður sungin, røður verða hildnar og so er renning, flaggdagsrenning, eisini á skránni fleiri støð.
Í Havn heldur Brynhild Thomsen flaggrøðuna í ár. Skótarnir ganga skrúðgongu og Havnar Hornorkestur spælir.
Flaggdagshaldið í Havn byrjar klokkan 15.
Myndirnar eru tiknar í Funningi í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



