Skiljistøðirnar til metal og glas, sum eru settar upp ymsastaðni í býnum, hava fingið góða móttøku og verða nógv brúktar
Skiljistøðirnar til metal og glas, sum eru settar upp ymsastaðni í býnum, hava fingið góða móttøku og verða nógv brúktar
Tórshavnar kommuna: Royndirnar við skiljistøðum til rusk hava verið somikið góðar, at fleiri støðir verða settar upp seinni í ár.
Tað var í juli mánaði í fjør, at skiljistøðir til metal og glas vórðu settar upp í nøkrum grannaløgum runt um í býnum. Talan var um tvey sløg av skiljistøðum: Rullubingjur, sum hóska væl til økir við avmarkaðum plássi, og sum kunnu standa, har tær eru vardar móti nógvum vindi, og støðufastar bingjur úr plasti og rustfríum stáli, sum tola at standa á opnum øki.
Skiljistøðirnar eru til at skilja glas og metal, sum við nýggju burturkastkunngerðini í framtíðini skulu skiljast hjá øllum húsarhaldum. Aðrir burturkastbólkar kunnu leggjast afturat skiljistøðunum í framtíðini.
Fólk tóku frá byrjan av sera væl ímóti skiljistøðunum, og nú royndarverkætlanin hevur koyrt í skjótt eitt ár, er niðurstøðan, at hon hevur eydnast so væl og fingið so góða móttøku.
Tí verður ikki bara hildið fram við verandi skiljistøðum, men fleiri støðir afturat verða settar upp ymsastaðni í býnum.
Júst hvar hesar nýggju skiljistøðirnar verða, er ikki heilt greitt enn, men talan verður um 2-3 støðir afturat av hvørjum slag.
Sum nú er, fevnir verkætlanin “Nærskiljing í grannalagnum” um 700-800 húski, og við fleiri skiljistøðum afturat koma upp aftur fleiri húski við.
Aftan á summarfrítíðina
Hetta fyrsta árið skuldi millum annað vísa, hvussu ofta tað er neyðugt at tøma ruskspannirnar. Spannirnar við glasi eru tømdar 6. hvørja viku og spannirnar við metalli 12. hvørja viku.
Summastaðni hava onkrar avbjóðingar verið við at sleppa framat at tøma spannirnar, og tí verða onkrar av verandi skiljistøðum fluttar, men verða tó standandi í sama grannalagi.
Ætlanin er, at nýggju skiljistøðirnar verða settar upp aftan á summarfrítíðina.
Verandi skiljistøðir eru í Tórsbyrgi, á Óðinshædd, við íbúðirnar á Fløtum, við túnini í Havn, við Finsen, við Karlamagnusarbreyt, undir Kongavarða og á Norðasta horni.
Bygdirnar í kommununi eru í fyrstu atløgu ikki tiknar við í hesi loysnini við skiljistøðum til glas og metal. Mett verður, at tær krevja aðrar skipanir enn tær, sum verða nýttar til høvuðsstaðarøkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



