At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
Innlendis ítróttur

Bridgesambandið: Í dag og í morgin verður kappast um, hvør verður føroyameistari í bridge fyri pør. Kappingin verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali og 16 pør hava meldað seg til kappingina.

Kappingin er skipað soleiðis at øll pør koma at spæla móti hvørjum øðrum, og tað verða leikt íalt 90 spøl.

Kappingarleiðari er Jacob Duschek, sum við sínum drúgvu royndum eisini er ein av kappingarleiðarunum á árliga Tórshavn Bridgefestival.

Í 2025 vunnu Arni Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr við bara 0,1 stigum framman fyri Dia Jacobsen og Hallberg Anfríðsson, meðan Jóannes Mourtisen og Per Kallsberg endaðu á triðja plássi, sí hjáløgdu mynd

Tað verður spennandi at vita, hvør verður føroyameistari í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #