Svar upp á fyrispurning nr. 52-100/2025 eftir § 52a í tingskipanini, um umvæling av Hamragarði, frá Erhardi Joensen, løgtingsmanni.
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvat er støðan, viðvíkjandi umvælingini av Hamragarði í Vági?
2. Er semja ímillum Landsverk og eigararnar um, hvat ið skal gerðast?
3. Er endalig kostnaðarmeting gjørd av umvælingini?
4. Hvussu verður kostnaðurin býttur ímillum landið og eigararnar?
5. Nær kann roknast við, at arbeiðið byrjar og verður liðugt?
Svar
Til spurning 1
Arbeiðstakarasáttmáli varð undirskrivaður 16. januar 2026. Í februar 2026 var farið undir at fyrireika byggiplássið, og fyrstu niðurtøkuarbeiðini eru farin í gongd.
Til spurning 2
Landsverk, Almanna- og heilsumálaráðið og tær fýra kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni, umframt leiðslan fyri Bú- og heimatænastu í Suðuroy, hava verið í eini longri tilgongd um byggimálið og eru komin ásamt um, hvat skal gerast við sjálvan bygningin, og hvussu eigaraviðurskiftini skulu skipast frameftir. Avtala varð undirskrivað á sumri 2025.
Til spurning 3
Kostnaðarmeting er gjørd og góðkend í stýrisbólkinum, sum varðar av byggimálinum. Har eru umboð fyri tær fýra kommunurnar, Almannaverkið, Almanna- og heilsumálaráðið og Landsverk.
Til spurning 4
Býtið millum land og kommunur er 65/35%, har kommunurnar síðani býta tey 35 prosentini sínámillum. Endurgjaldsupphæddin frá gerðarrættarmálinum inngongur eisini.
Sum áður nevnt í svari til spurning 1, var í februar farið undir at fyrireika byggiplássið, og fyrstu niðurtøkuarbeiðini eru farin í gongd.
Sambært tíðar- og arbeiðsætlanini, skal avhending verða 1. oktober 2026.
Almanna- og heilsumálaráðið, 6. mars 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



