Grønlendingar eru eisini við í HM undankapping fyri menn í USA í hesum døgum. Ingi Olsen stendur fyri grønlendska hópinum.
Í fyrsta dystinum kom grønlendska landsliðið rættuliga væl frá landi, tá teir vunnu á Kanada heili 40-20.
- Beinanvegin sást, at Grønland var væl betur enn Kanada og longu í hálvleikinum var støðan 17-7. Heili 14 leikarar fingu málini, sigur Ingi Olsen.
Truplasti dysturin var ímóti USA, sum eru favorittar í kappingini.
Har var endin ein greiður 10 máls sigur til USA. Grønland spældi væl undir tað, sum teir vístu í dystinum móti Kanada. Rættuliga nógvar villur og óneyv skot. Eina løtu sá út til, at Grønland skuldi fáa ein rættuligan avsmurning.
- Men nakrar góðar løtur fyri Grønland gjørdu, at tapið hóast alt ikki gjørdist størri, sigur Ingi Olsen.
Av tí at Meksiko tapti til Kanada í gjár, so vil ein sigur - og eitt avmarkað tap í dag, senda Grønland í finaluna leygardagin. Grønland er greiður favorittur at vinna á Meksiko.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



