Hvussu kann eg minnast tað, tá eg sigi tær at eg havi gloymt tað?
- Jógvan á Fjørðinum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvussu kann eg minnast tað, tá eg sigi tær at eg havi gloymt tað?
- Jógvan á Fjørðinum
Onnur tíðindi

Í tríggjar dagar kjattaði heimskendi bretski menningarlívfrøðingurin Richard Dawkins nógv við AI málmodellið Claude.

Claude skrivaði skaldskap, teir báðir høvdu heimspekiligar samrøður, og tá lívfrøðingurin vísti Claude partarnar av síni enn óútgivnu skaldsøgu, var reaktiónin so “gløgg, viðkvæm og skilagóð”, at Dawkins rópti: “Tú veitst kanska ikki, at tú ert vitandi, men tú ert.”

Hann endaði enntá við at nevna kjattbottin ‘Claudia’.

Samrøðurnar við Claudia góvu 85 ára gamla Richard Dawkins eina "ovurstóra kenslu" av, at kunstigur intelligensur er menniskjaligur.

Alt hetta hevur Richard Dawkins skrivað um í essay í bretska miðlinum Unherd, sum Berlingske eisini hevur skrivað um, skrivar DR.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #