Frá einum oljutangaskipi í Persaflógvanum tosar VG við indiska skiparan Raman Kapoor (47).
Samstundis, í sama sjógvi, er eitt deyðiligt valdsspæl í gongd millum Iran og USA, við globalum avleiðingum.
VG hevur júst spurt skiparan, um hann hevur umhugsað at roynt at ført sítt skip gjøgnum Hormuzsundið - soleiðis sum USA heldur kann skjótt bera til.
Svarið kemur beinanvegin.
- Nei! Vit hava sera greiðar boð frá skrivstovu okkara um ikki at fara ígjøgnum Hormuz. Fyribils flyta vit okkum ikki, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



