Iran hevur avrættað ein 29 ára gamlan mann, sum varð dømdur fyri at njósnast fyri CIA og Mossad í Iran.
Tað upplýsir iranski almenni miðilin Mizan, skrivar TV 2.
Sambært miðlinum hevði 29 ára gamli Erfan Shakourzadeh arbeitt hjá einum vísindaligum felagsskapi, sum var við í fylgisveinavirksemi og hevði deilt trúnaðarupplýsingar við útlendskar fregnartænastur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



