Heilar 14 amerikanskar hernaðarstøðir í ymsum londum í Miðeystri skulu vera raktar í iranskum álopum í dag, og fleiri 100 amerikanskir hermenn liggja eftirá.
Tað sigur ein talsmaður fyri iransku kollveltingarhirðuna í dag.
Tíðindini eru tó ikki váttað, og USA hevur ikki sagt nakað um falnar hermenn. Tvørtur ímóti hevur USA sagt, at ongar fráboðanir eru komnar um deyðar ella særdar hermenn.
Trygdarráðið hjá ST er samankallað til snarfundar í kvøld klokkan 21 okkara tíð at tosa um støðuna í Miðeystri, eftir at USA og Ísrael í morgun lupu á fleiri býir í Iran og Iran síðani svaraði aftur við álopum á fleiri amerikansk mál í fleiri grannalondum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



