Fleiri iranskir miðlar lýsa sonevnda "Project Freedom" hjá USA sum "eitt propagandaprosjekt, sum er endað sum ein fiasko hjá Hvíta Húsinum."
Tað skriva Mehr News, Irna og Fars sambært TV 2.
- Amerikanska frælsisprosjektið miseydnaðist uppá minni enn 48 tímar, men førdi til, at oljuprísurin hækkaði á heimsmarknaðunum, sigur búskaparkorrespondenturin hjá IRNA, Ehsan Hosseini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



