Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas
Tónleikur

Eventz Føroyar & Tjarnir: Fríggjakvøldið 18. desember 2026 kl. 20.30 kemur norska stjørnan Sissel Kyrkjebø til Føroya við Sissels Jul 2026. Konsertin verður Við Tjarnir, og serligur gestasangari verður Eivør.

Sissel hevur havt tríggjar útseldar og sera væleydnaða konsert í Føroyum, men hesaferð verður upplivingin ein onnur – ein jólakonsert við fullmannaðum orkestri.

Fyri mong eru eingi jól uttan Sissel. Við síni serstøku rødd og inniligu framførslu hevur hon í mong ár verið ein av fremstu røddunum í norðurlendsku jólatíðini.

Á konsertini verður eisini ein av sterkastu og mest sermerktu føroysku røddunum at hoyra, tá Eivør fer á pallin sum gestasangari. Eivør hevur við síni kraftmiklu rødd, inniligu tulkingum og serstaka tónlistarliga úttrykki vunnið sera stóran ans, bæði í Føroyum og uttanlands.

Saman fara Sissel og Eivør at skapa eina serliga jólauppliving, har tvær eyðkendar røddir møtast í einum huglagi av jólahugna, álvara, gleði og góðum tónleiki.

Norsk bløð hava róst jólakonsertunum hjá Sissel. Bergens Tidende skrivaði:
„Eg hugni mær óført og havi fingið nýggja virðing fyri henni sum artisti – hetta haldi eg ikki, at nakar annar í hennara sjangru hevði torað.“

Avisen Agder lýsti konsertina soleiðis:
„Sissel strálaði: Máttmikið, vakurt og skemtiligt.“

Í sambandi við konsertina verður møguleiki fyri gisting á Hotel Djurhuus.

Sissels Jul 2026 Við Tjarnir

Fríggjakvøldið 18. desember 2026 kl. 20.30

Keyp atgongumerki á www.tjarnir.fo
Prísur úr 595 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #