Tað er stórur munur á veðrinum í dag, alt eftir hvar í landinum ein er staddur. Tí ímeðan tað er illfýsi við vátakava liggjandi um alla bygdina á Viðareiði, so er tátt og grønur bøur í Vági, sum myndirnar hjá Føroyarlive vísa.
Tað er tó kalt um alt landið. Sambært mátingunum hjá Landsverki er bert eitt hitastig, bæði har norði og har suðri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



