At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
Innlendis ítróttur

Sigtór Petersen og Heðin Arge stóðu fyri lutakastinum, sum bleiv avgreitt í 07 Vestur húsinum á Dungasandi í Sørvági - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tá samanumkom gjørdist talan um greiðar sigrar til KÍ, NSÍ, HB og Víking í fjórðingsfinalunum í steypakappingini hjá monnum, sum vórðu spældar mikukvøldið og hóskvøldið.

Mikukvøldið vann HB 3-1 á B36, KÍ vann 3-0 á B68, og Víkingur vann 5-0 á FC Hoyvík. Fjórða fjórðingsfinalan var hóskvøldið, og í góðveðrinum á Dungasandi í Sørvági vann NSÍ ein tryggan 4-0 sigur á 07 Vestur.

Tá Klæmint Olsen hevði sett endaligt punktum fyri sigrinum hjá teimum gulu og svørtu, og dómarin, Andras Skaalum lítla løtu seinni floytaði av, varð farið undir at kasta lut um, hvussu liðini skulu møtast í hálvfinalunum.

Tað var Sigtór Petersen, ið fekk heiðurin at draga, og tað háttaði seg soleiðis, at í tí einu hálvfinaluni møtast KÍ og NSÍ, meðan hin hálvfinalan verður ímillum HB og Víking.

Hálvfinalurnar verða spældar 13. og 14. mai, og 24. og 25. juni. Akkurát hvør dystur verður nær, verður kunnað um í næstum.

Finalan um Løgmanssteypið hjá monnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. septembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #