Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller
Vágatíðindi

Í svari, dagf. 24.04.2026, til lesarabræv hjá mær, dagf. 20.04.2026, við heitinum “Kirkjugarðurin í Sandavági – uttan byggiloyvi” sigur Bjarni Prior, borgarstjóri, seg vegna Vága kommuna kunna “vissa allar borgarar um, at øll viðurskiftið viðvíkjandi útbygging av kirkjugarðinum í Sandavági eru í lagi, og øll neyðug loyvi eru fingin til vega”.

Sum eg í lesarabrævi, dagf. 26.04.2026, við heitinum “Kirkjugarðurin í Sandavági – Vága kommuna ongan ognarskap!” havi nevnt, fari eg at svara aftursvarinum hjá Vága kommunu.

Eftir aftursvarið frá Vága kommunu havi eg latið kommununi innlitsumbøn, dagf. 29.04.2026, í tað byggiloyvi, sum tekniska nevnd sambært svarinum hjá Vága kommunu skal hava samtykt hin 12.02.2026. Tá innlitið er mær í hendi (væntandi seinni í dag), fari eg at svara uppáhaldunum hjá Vága kommunu, dagf. 24.04.2026.

Eg fari tó fyrst at biðja Vága kommunu beinanvegin alment á vp.fo svara hesum spurningum:

- Nær ætlar Vága kommuna at taka útbygda kirkjugarðurin í nýtslu?

- Ætlar Vága kommuna at taka kirkjugarðin í nýtslu, áðrenn ognarheimild er tinglýst?

- Ætlar Vága kommuna, at kirkjugarðurin skal vígast, áðrenn hann verður tikin í nýtslu?

- Nær verður upptikni fundurin um ætlaðar broytingar í byggisamtyktini, sum varð hildin 17.04.2026, og skuldi leggjast út sama kvøldið, lagdur út?

- Hvat sigur Føroya bispur (kirkjuligi myndugleikin) til at víga ein kirkjugarð, sum kommunan ikki hevur tinglýsta ognarheimild til og sum enntá liggur partvíst í fjøruni?

Maria Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #