Kristi himmalsferðardag, hósdagin 14. mai 2026, letur nýggj kaffistova upp í Tórshavn, sum kallast Kafé Ørkin.
Tað er Heini Lützen sum hevur tikið stig til kaffistovuna, sum fer at selja kaffi og vaflur.
- Kafe Ørkin verður ikki opin hvønn dag, sigur Heini Lützen við VP, men at byrja við verður avmarkað við upplatingini.
Sum skilst á Heini Lützen verður hetta ein kristilig kaffistova, tað vil siga at har verður kristiligur tónleikur og kristiligur boðskapur at hoyra.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at Kafé Ørkin verður opin fram til Ólavsøku.
Kafé Ørkin heldur til í sama húsi sum fyrrverandi Miðlahúsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



