Landsgrannskoðanin: Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um sendistovurnar.
Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin greinað útreiðslurnar, sum standast av sendistovunum, setanarviðurskifti hjá sendifólkunum og lýst, hvat arbeiðið á sendistovunum inniber.
Ymiskt er, hvørjum sendistovurnar arbeiða við. Á summum sendistovum er arbeiðið bundið at sáttmálunum, sum Føroyar hava við vertslandi, og í øðrum førum er talan um at fáa í lag samband við myndugleikar.
At seta eina sendistovu á stovn er ein politisk avgerð og førir við sær fastar útreiðslur í eitt langt áramál. Tí halda Løgtingsgrannskoðararnir at tað hevur týdning, at landið setir sær mál fyri, hvat arbeiði ein sendistova skal útinna, áðrenn sendistova formliga verður sett á stovn.
Frá at hava havt umboðsstovu í Aberdeen síðani 1950’ini og viðskiftastovu í Keypmannahavn síðani 1970’ini setti Føroya landsstýri fyrstu sendistovuna á stovn í London í 2002. Í dag hava Føroyar átta sendistovur.
Eftirsum ongar treytir, krøv, avtalur ella ítøkiligar ætlanir frammanundan eru settar til innihaldið í virkseminum hjá sendistovunum, ber illa til at siga, um útreiðslurnar standa mát við tað, sum kemur burturúr. Tað liggur eisini nakað symbolskt í at hava sendistovurnar.
Tað er politisk avgerð at hava sendistovur, og hvar tær skulu staðsetast. Við teimum avtalum, Føroyar hava við danskar myndugleikar, kostaðu sendistovurnar í 2025 tilsamans 33,3 mió.kr.
Tá ið landsstýrið ger av at seta á stovn sendistovu, er størsti parturin av útreiðslunum harvið longu givin. Grundraksturin er lønir, viðbøtur og húsaleiga. Í 2025 eru 29,5 mió.kr. lønir, viðbøtur og leiga.
Frágreiðingin kann lesast her: Frágreiðing um Sendistovur Føroya
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



