Trúboðin: Tá ið vit fara á val, standa vit ikki bert yvir fyri politiskum spurningum. Vit standa eisini við einum virðisgrundarlagi og eini samvitsku, sum – hjá mongum – er merkt av trúgv. Í eini undanfarnari grein sóu vit, hvussu Martin Luther lýsti tvey vald hjá Gudi: tað andliga og tað verðsliga valdið.
Í stuttum:
-
Tað andliga valdið ber frelsuna fram og formar samvitskuna.
-
Tað verðsliga valdið verjir og skipar samfelagið.
Í hesi greinini gera vit tað ítøkiligt: Hvat merkir hetta fyri veljarar, politikarar, prestar og myndugleikar – júst nú til løgtingsvalið?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



