Uppskotið um at leingja fiskirættindini til 2037 er ikki bara ein teknisk broyting. Tað er ein prinsipiell avgerð um, hvør eigur virðið av føroyska fiskatilfeinginum, og hvussu nógv vald framtíðar løgting skulu hava at skipa ein av okkara týdningarmestu vinnum.
Fiskatilfeingið hoyrir føroyska fólkinum til. Tí eigur samfelagið regluliga at kunna taka støðu til, hvussu rættindini verða býtt, og hvussu nógv av virðinum kemur føroyska samfelagnum til góðar.
Aðrar vinnur fáa ikki somu serviðgerð
Tað verður ofta sagt, at fyritøkurnar hava tørv á tryggum karmum fyri at kunna gera íløgur. Aðrar fyritøkur høvdu helst eisini viljað havt nógv ára tryggjað rættindi og inntøkur, men tær fáa tað ikki, tí tað hevði ikki verið skynsamt ella rættvíst.
T.d. byggivinnan, handilsvinnan og ferðavinnan gera stórar og langfreistaðar íløgur uttan at fáa tryggjaðar inntøkur ella rættindi nógv ár fram í tíðina. Harumframt eru nógv av hesum íløgum staðbundnar og truplar at flyta. Skip eru í veruleikanum nógv lættari at flyta og selja enn eitt hotell, ein handil ella ein verksmiðja.
Tað verður eisini víst á alivinnuna sum dømi um eina vinnu við longum rættindum. Men tað ger tað ikki rætt fyri tað. Tvørturímóti eigur tað eisini at fáa okkum at spyrja, um alivinnan sjálv hevur fingið ov lang og ov virðismikil rættindi til eitt felags tilfeingi.
Somuleiðis verður ofta víst á, at lond sum Noreg, Ísland og Danmark hava skipanir við longum fiskirættindum. Men tað ger tað heldur ikki rætt fyri tað. Í Føroyum fyllir fiskivinnan ein sera stóran part av samlaða búskapinum og hevur nógv størri týdning fyri samfelagið enn í hesum londunum. Tí eiga vit eisini at vera serliga varin við at lata stór virði og politiska stýring frá okkum í ov langa tíð.
Uppboðssøla hevur longu virkað
Í 2007 vóru nógv fólk á gosi um søluna av Krúnborg. Tá varð nógv tosað um, hvør hevði rætt til virðið í fiskirættindunum, og kjakið endaði við uppsøgnini fram móti 2018.
Men í dag hoyrist nógv minni kjak, hóast nógv størri virðir eru á spæl. T.d. Jupiter varð seld við nógv minni kvotu enn Krúnborg hevði, fyri nærum eins stóra upphædd, og samlaða virðið av uppsjóvar kvotunum er nógv størri í dag enn tað var tá. Spurningurin eigur tí eisini at verða settur: Hví vóru fólk so nógv meira upptikin av hesum í 2007 enn tey eru í dag?
Í 2018 vórðu loyvini uppsøgd, og uppboðssøla av rættindum varð roynd við góðum úrslitum. Fiskiskapurin helt fram, og fyritøkurnar lagaðu seg til nýggju umstøðurnar. Í summum førum vórðu skip eisini leigað inn. Tað vísir, at fyritøkurnar eru nógv meira smidligar og duga nógv betur at laga seg enn ofta verður ført fram í kjakinum.
Harumframt vórðu eisini seld 3 ára og 8 ára rættindi við uppboðssølu. Tað vísir, at tað væl ber til at sameina langtíðarrættindi við marknaðarligari útluting, um ynski er um drúgv rættindi fyri at tryggja fyritøkunum støðugari karmar.
Privatar sølur vísa veruliga virðið
Tað hendir seg, at skip og feløg verða seld fyri stórar upphæddir við rættindum. Tað vísir greitt, at rættindini hava eitt nógv størri marknaðarvirði enn tað, samfelagið fær afturfyri í dag. Hóast skipini gjalda tilfeingisgjøld, so er tað langt frá tí veruliga marknaðarvirðinum.
Tilfeingisgjøld geva heldur ikki sama dynamikk sum marknaðarlig útluting. Við uppboðssølu sæst nógv greiðari, hvør dugir best at skapa virði úr tilfeinginum, og hvør er villigur at gjalda mest fyri rættindini.
Við einari fastari gjaldsskipan veit man ikki, um rættindini enda hjá teimum aktørum, sum duga best at reka vinnu og skapa mest virði fyri samfelagið.
Marknaðurin virkar longu við stuttum rættindum
Makrelrættindi hjá heimaflotanum verða eisini keypt fyri stórar upphæddir, hóast tey bara verða útskrivað fyri eitt ár í senn. Tað bendir á, at fyritøkurnar væl kunnu virka uttan sera long rættindi. Tað er tí trupult at síggja nakað sterkt búskaparligt argument fyri at binda rættindi nógv ár fram í tíðina.
Longri rættindi geva fyrst og fremst størri kapitalisering av rættindunum og meira skuld í skipanini. Tað kann gera fyritøkurnar meira fíggjarliga bundnar og viðkvæmar heldur enn sterkari.
Somuleiðis eigur tað at vekja ans, at rættindahavarar nærum ongantíð lata rættindi aftur til landið heldur enn at selja tey víðari. Tað bendir á, at veiðigjøldini eru ov lág í mun til veruliga marknaðarvirðið. Tá gjøldini eru ov lág, verður vinningurin av felags tilfeinginum í størri mun verandi hjá privatum aktørum heldur enn at koma samfelagnum til góðar.
Samfelagið rindar eisini
Tað verður ofta tosað um, hvussu nógv fyritøkurnar investera. Men tað almenna rindar eisini stórar upphæddir hvørt ár fyri at halda skipanina koyrandi. Fiskiveiðieftirlit, tyrlutilbúgving, Havstovan, Fiskimálaráðið og rannsóknarskipið Jákup Sverri eru alt skipanir, sum samfelagið fíggjar.
Harumframt hevur fiskivinnan eisini fleiri serligar skipanir, eitt nú skattafrádrátt og fiskavirkisskipanina umframt útbúgving av sjófólki. Samfelagið tekur sostatt eisini ein stóran part av kostnaðinum og váðanum kring umsiting, gransking og eftirlit av fiskivinnuni. Tað eigur eisini at hava týdning í kjakinum um, hvør eigur virðið av rættindunum.
Lógarbroytingarnar gera tað verri at venda aftur
Tá uppboðssølur vórðu skipaðar í 2016 og 2017, varð tað gjørt við kunngerð undir einari skipan, sum á nógvum økjum líktist henni, vit hava í dag. Tað vísir, at tað væl hevði borið til eisini nú at skipa uppboðssølu av pørtum av rættindunum, um politiskur vilji var til staðar.
Men hvør slík lógarbroyting sum hendan her ger tað verri og verri at venda aftur til eina meira marknaðarliga skipan. Tá rættindini verða longd nógv ár fram í tíðina, verða tey í praksis fatað sum meira varandi rættindi og kapitaliserað inn í virðið á feløgum og skipum. Tí verður tað bæði politiskt og formliga verri at skipa uppboðssølu av rættindum í framtíðini.
Føroyar verða bundnar í nógv ár
Tað verður sagt, at rættindini bara verða longd frá 2034 til 2037. Men sannlíkt er, at tey eisini fara at verða longd við einum ári hvørt ár. Í praksis merkir hetta, at Føroyum missa møguleikan at gera størri broytingar í skipanini í nógv ár fram í tíðina. Heilt fram til 2041.
Tað snýr seg sostatt ikki bara um trý ár. Tað snýr seg um, at samfelagið bindur seg í eina skipan nógv ár fram í tíðina og samstundis gevur verandi rættindahavarum eina sera stóra øking í teirra virðum. Leingingin er tí í veruleikanum ein stór gáva til verandi rættindahavarar.
Ein møgulig leið frameftir
Um politiskur meiriluti kortini ynskir drúgvari rættindi, eigur tað sum minimum at verða sameint við størri marknaðarligari útluting.
Ein møguleiki kundi verið at latið ein part av rættindunum rulla yvir í eina marknaðarliga skipan á hvørjum ári.
Til dømis kundi 10% av rættindunum árliga farið í uppboðssølu ella tilfeingisbúð, soleiðis at yvir 10 ár var alt umsett.
Samstundis kundi man valt at bjóða út bæði 1 ára, 5 ára og 10 ára rættindi, alt eftir hvat tørvur og áhugi er fyri í marknaðinum. Tað hevði givið fyritøkunum størri frælsi at velja, samstundis sum samfelagið fekk betri innlit í veruliga virðið av rættindunum. Tá høvdu fyritøkurnar fingið sera langa tillagingartíð, samstundis sum samfelagið stigvíst fekk størri part av virðinum frá sínum egna tilfeingi.
Niðurstøða
Hetta snýr seg í síðsta enda um, hvør eigur virðið av føroyska fiskatilfeinginum.
Uppboðssølur hava longu prógvað, at tær kunnu virka í Føroyum, eisini við langtíðarrættindum. Samstundis vísir marknaðurin longu í dag, at rættindini hava eitt nógv størri virði enn tað, samfelagið fær afturfyri.
Fyritøkurnar hava longu góðar karmar, og tær gjalda eisini tilfeingisgjøld. Men tað er langt frá marknaðarvirðinum og gevur verandi skipan ikki sama gjøgnumskygni og dynamikk sum marknaðarlig útluting, har man betur sær, hvør dugir best at skapa virði úr tilfeinginum.
Tí eiga Føroyar ikki at binda seg fastari at einari skipan, sum flytur meira og meira virði frá almenninginum til fáar privatar aktørar.
Hans Ellefsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



