(savnsmynd)
(savnsmynd)
Hesa vikuna hava boð verið eftir hjálp frá Vørn heilar 8 ferðir, tí smá- ella útróðrabátar høvdu trupulleikar.
Bara í gjár vóru heilar tríggjar hendingar, har smábátar, sum vóru staddir ávíkavist við Trælanípuna, útfyri Glyvursnes og við Skansabryggjuna, bóðu um sleip, tí teir vóru uppsteðgaðir.
Bæði týsdagin, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin vóru eisini boð eftir hjálp, í ongum føri var støðan tó hættislig og bátar hjá Vørn ella bjargingarfeløgunum sleipaðu teir illa støddu í trygga havn.
Í gjár var tyrlan hjá Atlantic Helicopters send at leita, tí fólk í Trongisvági høvdu sæð eina neyðrakett, men onki var tó funnið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



