Álit í løgtingsmáli nr. 90/2025: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Tíðaravmarkað mvg-frítøka av sølu av bensini og diesel)
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, hevur lagt málið fram 24. apríl 2026, og eftir 1. viðgerð 28. apríl 2026 er tað beint Fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 4. mai 2026.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Nattúru- og Umhvørvisfelag, Felagið fyri Súkklarar og aðra Ábæra Ferðslu, Havnar Arbeiðarafelag, Landsfelag Pensjonista, Bilasølufelagið, Effo og Magn, Búskaparráðið og landsstýrismannin í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, saman við TAKS.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Bill Justinussen, Bjarni Hammer og Eyðgunn Samuelsen) hevur hesar viðmerkingar:
Nógv hækkaðu oljuprísirnir hava hesa seinastu tíðina verið ein tung fíggjarlig byrða hjá nógvum húsarhaldum. Undir samgongusamráðingunum, sum vóru fyri fáum vikum síðani, var semja millum samgonguflokkarnar um, at ein lætti skuldi gevast fyribils í sambandi við hetta. Í samgonguskjalinum er tí skrivað henda orðingin: “Fyribilstiltøk verða sett í verk fyri at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi.”
Landsstýrið hevur kannað fleiri møguleikar fyri at veita lætta, og er komið eftir, at mvg-frítøka fyri diesel og bensin er tað sum munar mest, tá talan er um oljurokningina hjá privatfólki. Eisini er tað ein fyrimunur við hesi loysnini, at hon krevur lítla umsiting.
Fleiri hava spurt, hví lætti ikki heldur verður givin fyri brenniolju. Til tað er at siga, at av tí at skipanin bara skal galda til og við 31. juli 2026, er stórur møguleiki fyri, at nógv hava fylt tangan áðrenn lógin kemur í gildi, og hesi fáa tí ongan ágóða av lógarbroytingini. Hinvegin eiga tey flestu, sum hava hús og oljutanga, eisini bil. Tað merkir, at teirra húsarhald umvegis tíðaravmarkaðu mvg frítøkuna av bensini og diesel fær sín lut í lættanum.
Landskassin hevur fingið nógv meira inn í meirvirðisgjaldi higartil í ár enn somu mánaðir í fjør, og tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað. Bara tað at oljuprísurin er hækkaður hevur havt við sær, at fólk hava verið noydd at rinda nógv meira meirvirðisgjald fyri oljuna, enn tey annars høvdu gjørt.
Hinvegin kann ikki síggjast burtur frá, at tá meira verður rindað fyri oljuna, so er minni eftir at brúka til aðrar vørur og tænastur, og tað ger at meirvirðisgjaldið fyri tær vørurnar og tænasturnar verður lutfalsliga minni.
Tað at bensin og diesel nú verða mvg-frí í eina tíð kann hava við sær, at landskassin fer at fáa aðrar mvg-inntøkur, um fólk fara at keypa aðrar vørur og tænastur fyri tað, sum tey annars skuldu brúkt til brennievni.
Ein vansi við uppskotinum, sum fleiri hava víst á, er, at útlendingar sum keypa bensin ella diesel meðan tey eru í Føroyum, fara at fáa ein part av lættanum. Tað er rætt, men sambært upplýsingum sum Fíggjarnevndin hevur fingið, verður mett, at leigubilar brúka minni enn 10 prosent av samlaðu bensin- og dieselnýtsluni í Føroyum. Eisini onnur lond hava lækkað ella avtikið gjøld á bensin og diesel, so føroyingar sum ferðast til tey londini fáa part av teirra lættum.
Sambært uppskotinum skal skipanin fara úr gildi aftur tann 31. juli 2026. Talan er sostatt ikki um eina varandi loysn, men einans um eitt átak, sum fyribils skal lætta um hjá fólki. Um hugt verður longur fram í tíðina, so er hetta ein áminning um, at meira ferð má setast á grøna orkuskiftið, tí eingin ivi er um, at skiftandi oljuprísir fara at verða ein afturvendandi avbjóðing, sum vit mugu brynja okkum til.
Mett verður, at uppskotið fer at hava við sær, at ein tangi av bensini ella dieseli fer at kosta umleið 100 krónur minni enn hann annars hevði gjørt.
Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Ruth Vang) hevur hesar viðmerkingar:
Samgongan ynskir at taka broddin av ógvusligu hækkingini í prísinum á brennievni til flutning og vil tí seta í verk eina tíðaravmarkaða mvg-frítøku, sum verður mett at kosta landskassanum 20 mió. kr.
Minnilutin heldur, at hetta eru illa og skeivt brúktir pengar. Uppskotið rakar sera breitt og hjálpir alt ov lítið teimum, sum veruliga eru trýst fíggjarliga. Samgongan velur at stuðla teimum, sum hava størst nýtslu, heldur enn teimum, sum hava størst tørv.
Vit vita, at tað eru føroyingar, sum verða hart raktir av hækkandi oljuprísum, tí tey frammanundan eru trýst fíggjarliga. Eitt nú hava vit í kanning um fátækraváða hoyrt børn siga frá, at tey búleikast í køldum húsum. Tí er tað sera óheppið, at nú man velur at brúka 20 mió. kr. úr einum landskassa, sum frammanundan hevur hall, at so stórur partur av hesum 20 mió. kr. fer til tey, ið ikki hava tørv á stuðli, herundir ferðafólk. Minnilutin heldur eisini, at tað hevði verið rættari at veitt stuðul til upphiting heldur enn til flutning. Tað verður í uppskotinum grundgivið við praktiskum orsøkum fyri hví man ikki stuðlar til upphiting, men minnilutin vil vísa á, at tað kann gerast á annan hátt enn við mvg-frítøku. Eitt nú ber til at økja um orkuískoyti, ein skipan sum longu virkar og tí ikki fer at krevja nýggja umsiting.
Minni olja á heimsmarknaðinum er orsøk til hækkandi oljuprísir og tað fáa vit onki gjørt við. Vit vita ikki, um, nær og hvussu nógv prísirnir lækka aftur, men vit vita, at støðan er afturvendandi.
Millum annað tí er tað skilagott, at vit sum land og fólk gerast minni bundin av olju sum orkukeldu.
Høgir prísir skunda undir hesa gongd. Mvg-frítøkan virkar øvugt, soleiðis at vit í øllum førum hetta tíðarskeiðið ikki kenna tørv á at tillaga oljunýtsluna. Tað er óheppið. Við at økt um orkuískoytið, kundu vit hjálpt teimum sum hava tørv á tí, meðan vit samtíðis lótu prísin hava sín natúrliga tálmandi virknað. Havast skal eisini í huga, at grøna orkuskiftið í Føroyum er komið alt ov stutt, hóast vit eru ríkað við grønum orkukeldum sum fá.
Minnilutin heldur, at hesar 20 mió. kr. kundu verið nýttar munandi betri og hevur ítøkilig boð uppá hvussu.
Fyri knappar 4 mió. kr. ber til at hækka verandi orkuískoyti úr kr 5.000 upp í kr. 12.000 í ár. Tað hevði givið treingjandi húskjum kr. 7.000 og kostað landskassanum undir ein fimtapart av tí, sum tað kostar at lata bileigarum kr. 100 fyri hvønn tanga av brennievni.
Minnilutin heldur, at um man vil hjálpa teimum, sum hava langt at koyra til arbeiðis, ber til at hækka ferðastuðilin til tey sum koyra við t.d. kr. 5,00 um dagin. Tað hevði givið teimum, sum koyra mest umleið kr. 1.100 um árið og hevði kostað landskassanum uml. 5 mió. kr.
Hesi bæði uppskotini, sum bæði málrættað høvdu hjálpt teimum, ið hava tørv á tí, høvdu sostatt tilsamans kosta landskassanum minni enn helmingin av tí, sum uppskotið hjá landsstýrinum kostar.
Tað eydnaðist tíverri ikki minnilutanum at fáa neyðugu undirskriftirnar til at leggja tey bæði uppskotini fyri tingið, nú freistin at leggja uppskot fram var farin, longu tá tingið varð sett í apríl.
Ein kann gita um orsøkina til, at samgongan ikki ynskir, at tingið skal hava møguleikan at viðgera hesi uppskotini, men tingviðgerðin hevði sannlíkt avdúkað, at hesar loysnirnar heldur enn ein tíðaravmarkað mvg-frítøka fyri brennievni til flutning, høvdu rakt betri tann veruliga tørvin og kostað munandi minni.
Minnilutin vil at enda vísa á, at ein øking av túratalinum við Bygdaleiðum sannlíkt hevði fingið fleiri at valt bussin heldur enn at koyra við egnum bili, og soleiðis spart fólki pening. Harumframt er vert at umhugsa, um ikki niðurlaðingin av stuðulsskipanunum til grønar orkuloysnir skal gerast yvir longri tíð. Hetta eru alt loysnir, sum hjálpa teimum, ið hava mest tørv á tí, og sum samtíðis skunda undir, at vit gerast minni bundin av olju sum orkukeldu.
Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Fíggjarnevndin, 8. mai 2026
Helgi Abrahamsen
formaður
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
næstforkvinna
Bjarni Hammer
Eyðgunn Samuelsen
Ruth Vang
Bill Justinussen
Bjørg Brynhildardóttir Egholm
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



