Fleiri bretskir miðlar skriva, at leiðslan í Manchester United hevur tikið eina avgerð viðvíkjandi framtíðini hjá Michael Carrick.
44 ára gamli Carrick skrivaði í fyrsta umfari undir sáttmála til endan á sesongini, og síðani hava søgur gingið um, hvør so skal gerast venjari.
Nøvn sum Thomas Tuchel, Julian Nagelsmann, Roberto De Zerbi, Unai Emery og Andoni Iraola hava øll verið nevnd ymsar tíðir, men nú hevur United-leiðslan tikið støðu.
Sambært The Athletic og Sky Sports vil ítróttarleiðslan hava Carrick í venjarastólinum komandi kappingarár, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



