Nevningatingið í nýggja neyðtøkurættarmálinum móti fyrrverandi Hollywood-framleiðslustjóranum Harvey Weinstein kundi ikki semjast, og endaði málið tí uttan dóm.
Dómarin lýsti rættarmálið í dag sum ógildigt, skrivar norska TV2.
Nevningarnir í Manhattan skuldu taka støðu til, um Weinstein hevði neyðtikið Jessicu Mann, frisør og sjónleikara, í 2013.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



