Síðstu nátt hevði politiið fólk til avhoyringar í tveimum førum, tí tey vóru uppií málum um harðskap.
Í tí eina førinum var talan um eitt mál sum byrjaði á einum skeinkistaði í Havn. Í hinum førinum var talan um fólk, sum vóru komin til ilnar á bátastevnuni á Toftum.
Ongin er varðhaldsfongslaður í samband við málini, men hjá onkrum var neyðugt at fara á skaðastovuna við snuddunum, sum harðskapurin elvdi til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



