Tað er eitt felag, sum Niels Mortensen, Regin W. Dalsgaard og Tróndur Kollsskerð eiga, sum byggir nýggja frítíðarbýlingin í Miðvági.
- Talan verður í fyrstu atløgu um tríggjar smáar býlingar í sjálvum býlinginum. Fimm smáttur við plássi fyri seks fólkum vera í hvørjum, so talan verður samalð um ein býling við plássi fyri 90 ferðafólkum, skrivaði KVF seint í fjør.
- Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Vága Kommunu, sum tí eisini hevur sett nakrar treytir fyri ætlanini.
- Kommunan hevur eisini sett sum treyt, at felagið, sum leigar grundøkið í 29 ár og rekur smátturnar, skal vera skrásett í Vága Kommunu skrivaði KVF.
Myndir: Jógvan Helgi Hansen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



