Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað gongur ófatuliga gott. Um tað gekk bara eitt lítið sindur betri, so var tað ikki til at halda út
- Mærsk McKinney Møller
Tónleikur

Beatnickel er nú komið í eina nýggja fasu. Ein nýggj og munandi betrað útgáva av tónleikapallinum er júst latin upp til Android, iPhone og web.

Beatnickel er ein talgild skipan, sum skal gera tað lættari hjá tónleikarum og bólkum at finna hvønn annan, skapa nýggj samstarv og byggja upp eitt sterkari tónleikanetverk.

Aftan fyri Beatnickel stendur Óli á deild Olsen, sum er hevur verið virkin í tónleikalívinum í Føroyum í mong ár, bæði sum tónleikari og fyriskipari. Hesar royndir hava verið ein týðandi partur av íblástrinum til Beatnickel.

- Eg veit av egnum royndum, hvussu nógv tað merkir at kenna tey røttu fólkini í tónleikalívinum. Nógv samstarv byrja við, at mann kennir onkran, sum kennir onkran. Við Beatnickel vilja vit gera tað lættari hjá tónleikarum og bólkum at finna hvønn annan, sigur Óli á deild Olsen, stovnari av Beatnickel.

Nýggja útgávan av Beatnickel er gjørd fyri at loysa eina avbjóðing, sum nógv í tónleikalívinum kenna. Tað kann vera trupult at finna ein bólk at spæla við, ein tónleikara til eitt band ella nýggj fólk at samstarva við. Hetta er galdandi bæði í smáum og stórum tónleikaumhvørvum.

Beatnickel ger tað lætt hjá tónleikarum at finna bólkar, sum leita eftir júst teirra ljóðføri, stíli ella royndum. Samstundis kunnu bólkar finna teir tónleikarar, teimum tørvar fyri at fullfíggja manningina. Beatnickel gevur eisini brúkarunum møguleika at byggja eina professionellan vangamynd, har tey kunnu vísa, hvørji tey eru, hvat tey spæla, og hvat tey leita eftir.

Nýggja útgávan er nógv betri, skjótari og lættari at brúka enn fyrru útgávurnar. Hon markerar eitt týðandi stig í menningini av Beatnickel og ger pallin meira viðkomandi sum eitt dagligt amboð hjá tónleikarum og bólkum.

Beatnickel hevur longu umleið 500 tónleikaraprofilir og 100 bólkaprofilir. Málið er fyrst at styrkja lokalu tónleikaumhvørvini og síðani lata pallin vaksa víðari til fleiri lond.

Fyri Óla á deild Olsen hevur føroyski tónleikaheimurin havt stóran týdning. Tað føroyska tónleikalívið er kent fyri sterkan felagsskap, eldhuga og nærleika millum fólk. Tann andin er eisini ein partur av hugsjónini handan Beatnickel.

- Í Føroyum lærdi eg, hvussu nógv eitt livandi tónleikaumhvørvi kann skapa, tá fólk finna saman. Tað er tann orkan, vit vilja hjálpa øðrum tónleikarum og bólkum at finna við Beatnickel, sigur Óli á deild Olsen.

Beatnickel er enn í menningarstøðu, men nýggja útgávan markerar eitt týðandi framstig. Skipanin er ókeypis at brúka og er nú tøku á web, iPhone og Android.

Leinki til Beatnickel:

Web:
https://app.beatnickel.com/

iPhone:
https://apps.apple.com/dk/app/beatnickel/id6742028227?l=da

Android:
https://play.google.com/store/apps/details?id=com.mycompany.beatnickel

Fakta um Beatnickel

Stovnað: 2025
Stovnari: Óli á deild Olsen
Uppruni: Tónleikaskipan við føroyskum íblástri frá stovnaranum Óli á deild Olsen
Endamál: At binda tónleikarar og bólkar saman gjøgnum netverk og talgild amboð
Støða: Nýggj útgáva latin upp til Android, iPhone og web
Núverandi stødd: umleið 500 tónleikaraprofilir og 100 bólkaprofilir
Ætlan: At menna Beatnickel til ein sterkan pall fyri tónleikarar, bólkar og tónleikaumhvørvi í Danmark, Føroyum og við tíðini altjóða

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #