Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið hana fyri teg
- Robert Henlein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið hana fyri teg
- Robert Henlein
Onnur tíðindi

Innsent: Í morgun var vøllurin í Trongisvági, og áskoðaraskýlið við Stórá, karmur um árligu útiguðstænastuna í Suðuroynni.

Tað eru prestarnir, sum saman við kirkjuráðunum, degnum og klokkarum í Suðuroynni, seinastu árini hava tikið stig til og gjørt hesa útiguðstænastuna og innanduraguðstænastuni í Marghøllini.

Gott veður var, nú fólk úr allari oynni samlaðust til horntónleik, sálmasang, bíbliulestur, søgu og bøn.

Stuttligt var at allir prestarnir, og fólk úr allari oynni, høvdu ymiskar uppgávur frá byrjan til enda.

Hanus Pál Joensen prædikaði út frá tekstinum um at Jesus fór til Himmals at fyrireika okkum ævigan bústað, men at vit framvegis kunnu fáa boðskapin í bíblulestri, úti í náttúruni og millum menniskju.

Tvøroyrar Hornorkestur spældi undir allari guðstænastuni frá preludium til sálmasangin og so at enda við einum rættaliga kveikjandi og øðrvísi postludium, og væl rungaði.

Katrin Mortensen fortaldi eina søgu, ið síðani bleiv knýtt av hvørjum einstøkum fingri á hondini, soleiðis at vit kunnu støðugt halda sambandi við Jesus.

Eftir guðstænastuna var boðið innar í Ítróttarhúsið við Stórá, har frukt, kaka, kaffi, te og sunkist var til øll tey luttakandi.

Ein sera góð, hugnalig og kveikjandi løta, har veðrið, boðskapurin, náttúran og samveran spældu hond í hond til eina góð útiguðstænastu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #