Nýtslan av heilivági til hjarta- og æðrasjúkur er nógv økt millum ung heilt niður í 18 ár bæði í Noregi og Svøríki.
Granskarar knýta gongdina at koronavirusinum.
– Hendurnar ristust, eg sveittaði, og hjartað bankaði, eg hevði eisini trupulleikar við sjónini, sigur Sohaib Jubran Sheikh við NRK.
Fyri trimum árum síðani fekk hann at vita, at blóðtrýstið var hættisliga høgt.
– Blóðtrýstið varð mált til 240 á sjúkrahúsinum, sigur Sheikh.
Hetta verður mett at vera eitt kritiskt høgt trýst, sum krevur bráðfeingis viðgerð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



