Hvussu kann eg minnast tað, tá eg sigi tær at eg havi gloymt tað?
- Jógvan á Fjørðinum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvussu kann eg minnast tað, tá eg sigi tær at eg havi gloymt tað?
- Jógvan á Fjørðinum
Vinna

Brúkaraumboðið: Brúkaraumboðið fekk tríggjar fráboðanir um, at Sp/f 16, undir navninum Orkað, hevur ringt ella sent sms til borgarar, við tilboði um at reinsa skorsteinin, nú tey verða í økinum.

Sambært § 6 í marknaðarføringslógini er tað ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.

Hetta hevur við sær, at bannað er at ringja ella smsa til borgarar, við sølu fyri eyga, uttan samtykki frá teimum. Brúkaraumboðið metir eisini, at tað eru skerpandi umstøður í hesum máli, tí at Orkað í nøkrum førum hevur ringt fleiri ferðir til somu borgarar, hóast teir hava sagt frá, at teir ikki ynskja at verða uppringdir av felagnum.

Brúkaraumboðið sendi málið til fútan við áheitan um at reisa ákæru móti fyritøkuni. Orkað hevur viðurkent brot á marknaðarføringslógina og rindað bót á 30.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #