Diplomatur er hann sum altíð minnist hennara føðingardag, men ongantíð hennara aldur
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Diplomatur er hann sum altíð minnist hennara føðingardag, men ongantíð hennara aldur
- Robert Frost
Vinna

Rodmundur Nielsen, eigari av Borg og Albert Ari Thomassen, eigari av Sandavágs Timburhandli, eru vorðnir samdir um, at Borg keypir Sandavágs Timburhandil.

Tað siga partarnir í tíðindaskrivi í dag.

Við keypinum verður Sandavágs Timburhandil sostatt partur av Borg-samtakinum og fer í framtíðini at reka virksemið undir navninum Borg.

Borg er ein føroyskur timburhandil og heildarveitari innan byggivinnuna. Fyritøkan hevur gjøgnum tíðina keypt og savnað fleiri føroyskar fyritøkur undir einum og sama navni. Millum annað vórðu Højgaards Handilsvirki, Klaksvíkar Timburhandil og Klement Petersen savnað undir navninum Borg í 2007, og í 2018 keypti Borg eisini Havnar Timburhandil í Tórshavn.

Í dag hevur Borg deildir í Tórshavn, Klaksvík og á Glyvrum. Við yvirtøkuni av Sandavágs Timburhandli verður virksemið víðkað og styrkt enn meir, og Borg fær sostatt styrkt sína støðu í Vágunum og Norðstreymoy.

Báðir partar eru væl nøgdir við avtaluna. Rodmundur Nielsen fegnast um keypið og vísir á, at hann hevur røtur úr Vágunum, og tí hevur hetta eisini ein serligan týdning fyri hann. Albert Ari Thomassen er somuleiðis væl nøgdur við søluna og ynskir at takka øllum viðskiftafólkunum fyri góða stuðulin gjøgnum árini. Hann vónar, at øll taka væl ímóti nýggju broytingini.

Starvsfólkini halda fram, og dentur verður sjálvsagt lagdur á framhaldandi at veita eina góða tænastu og nærleika til kundarnar.

Avtalan er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir keypið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #