Diplomatur er hann sum altíð minnist hennara føðingardag, men ongantíð hennara aldur
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Diplomatur er hann sum altíð minnist hennara føðingardag, men ongantíð hennara aldur
- Robert Frost
Krutl

Hvalurin svam heilt upp til Hokksund eftir Drammenánni.

Hvalurin svam heilt upp til Hokksund eftir Drammenánni.

Í Noregi hava fólk og miðlar seinastu dagarnar havt fragd av einum hvítvali sum er svomin eftir eini á langt inn í landið.

Hvalurin er seinast sæddur við Hokksund, sum er við Drammenánna - ein nokkso langur teinur at svimja eftir ánni.

Sambært VG, sum hevur tosað við serfrøðingar, er talan helst um ein 5-6 ára gamlan hval. Sagt verður, at tað er ikki óvanligt í Kanada at hvíthvalur svimur í feskum vatni, men í Noregi er tað ikki líka vanligt. Í 1965 hendi nakað tað sama, men tá sprongdu teir hvalin við dynamitti, tí hann varð sagdur at vera skaðadjór sum skuldi gera skaða á fiskiútgerð.  

Hvalurin svam heilt upp til Hokksund eftir Drammenánni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #