Hondbóltssambandið: Mansliðið hjá H71 tryggjaði sær í kvøld Burn FM-heitið 2026, hetta eftir triðju finaluna móti Kyndli. Hetta er fjórða FM-heitið hjá H71 seinastu fimm árini. H71 vunnu grundspælið og nú tríggjar av trimum finalum.
Dysturin í Hoyvík í kvøld gjørdist aldrin veruliga spennandi. Fyri fullsettari Hoyvíkshøll settu hoyvíksingar seg á dystin frá byrjan og sýndu flúgvandi álopsspæl. Kyndil var væl við eina løtu í seinna hálvleiki og minkaðu niður 5 mál mun, men skrædnaði aftur fram móti leikloki. H71 vístu at teir hava verið besta liðið í ár, og vunnu teir 42-34 og kunnu nú rópa seg greipuvinnarar, tá teir bæði hava vunnið FM og steypakappingina.
Úrslitini í finalunum vóru hesi:
18.04.26 H71 – Kyndil 24-23
22.04.26 Kyndil – H71 24-31
25.04.26 H71 – Kyndil 42-34
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



