Diplomatur er hann sum altíð minnist hennara føðingardag, men ongantíð hennara aldur
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Diplomatur er hann sum altíð minnist hennara føðingardag, men ongantíð hennara aldur
- Robert Frost
Tiltøk

Góðu fólk, musikantar og skótar her á Vaglinum í Havn.

Okkara Merki, okkara føroyska flagg, hvat umboðar tað?

Er tað tað, sum TÚ heldur?

Tað sum, EG haldi?

Ella er tað heldur felagsmongdin av ymisku og eisini mótstríðandi virðunum, sum VIT tilsamans halda, at Merkið umboðar?

Føroyar eru ein tjóð undir hvíta, bláa og reyða Merkinum við krossinum, sum ítøkiliga umboðar kristindómin. Men føroyska tjóðin er fjølbroytt við kristnum, ateistum, jødum, muslimum og menniskjum av einari ørgrynnu av ymiskum sannføringum og trúarfatanum, dreymum og duldum longslum. Júst sum fjølbroytt fólkaræði jú eru.

Flagga vit í dag fyri øllum, ella flagga vit bara fyri nøkur útvald?

Veittrar Merkið eisini fyri teimum 1166 børnunum, sum liva her í millum okkum í fækaváða?

Og hvussu við okkara støku meðborgarum yvir 67 ár, har annarhvør livir í fátækaváða?

Hava vit samkenslu við teimum heimleysu? Vilja vit forða, at okkara fólk verður trýst av landinum vegna bústaðartrot? Hava vit munagóðan vilja til at broyta umstøðurnar í Føroyum, so landið verður rúmligari fyri kvinnur, sum í túsundatali trívast betur aðrastaðni enn her?

Flaggdagur er ein vakur dagur, har pláss skal vera til at nevna alt tað góða, sum er her í Føroyum. Og tað ER nógv gott. Men sjálv haldi eg, at vit hava ein stóran og alsamt sjónligari trupulleika við manglandi empati, manglandi samkenslu og kanska eisini minkandi førleika at seta seg í støðuna hjá fólki, sum hava tað trupult ella eru sindur øðrvísi enn júst eg.

Orðaskiftið millum trøllvaksin fólk á sokallaðu sosialu miðlunum er mangan skelkandi ljótt, útspillandi, óempatiskt og uttan vilja til at lurta ella samskifta. Tey yngru tykjast nógv klókari og fittari, men sum fyrimyndir eiga vit eldri ikki at bera okkum soleiðis at.

Empati er ikki ein veikleiki ella at leggja seg skerflata fyri øllum, sum onnur halda. Men vit uppliva ov nógvan hatur og hoyra ov nógva haturstalu, ikki minst altjóða. Vreiði, sundurlyndi og eisini kríggj. Dansiterandi óðir menn, sum skræða høvdið hvør av øðrum. Vit mugu taka ábyrgd og ala fram meira empati. Í orðum og í gerðum, og vit mugu royna at vera fyrimyndir fyri onnur.

Hvussu kann man ala fram meira empati?

Vit kunnu kanska lurta meira, seta okkum í støðuna hjá øðrum, vera meira forvitin og minni dømandi, tora at tosa um kenslur, spyrja opnar spurningar, virða ymisleika, venja sjálvrefleksjón, geva øðrum rúmd – og so lesa nógv nógv meira av bókmentum og yrkingum.

Ein ungur yrkari úr Írlandi er eitt frískt lot í hesum døgum. Tíbetur taka fólk ímóti honum sum ein svalandi vatnsopa í turrgeldari oyðimørk.

Yrkjarin og høvundurin er 31- ára gamli Daragh Fleming úr Cork, sum yrkir soleiðis í míni óhjálpnu umseting:

Um eg nakrantíð fái synir

verða teir vandamiklir menn

teir fara at brosa til hundar og børn og styrkja sínar vinir

teir fara at senda blomstur til mammu sína, bara tí

og vera uggi fyri mong,

tá verðin verður ov tung

synir mínir fara at vita, at viðbrekni er kraft

teir fara ikki at dylja sína vreiði

men læra at seta orð á hana

teir fara ikki at lata erpni

vera grund til at fjala seg

handan maskur, meðan teir pínast innaní

synir mínir verða vandamiklir menn

teir fara ikki at tiga, heldur ikki, tá tað er óhugaligt

teir fara at læra, at teirra gerðir viga tyngri enn orð,

men fara brúka rødd sína til at styrkja tey, sum ikki verða hoyrd

teir fara at vita, at kærleiki ikki er ein framførsla

teir fara at síggja vakurleikan í øllum sínum brigdum

synir mínir fara ikki at læra at krógva seg kensluliga

teir fara at umskapa maskulinitet til tað, teimum dámar,

gera hann mjúkari at nerta við

teir fara at vita, at tað, teir eru, er meira enn nóg mikið

teir fara at vita, at tað at vera maður

merkir ikki at bera byrðuna einsamallur

teir fara at læra, at ein kensluborin maður

er ein fullmentur maður

teir fara ikki at loysa alt við harðligum sveipum

teir fara at liva í sannleika,

sjálvt tá sannleikin svíður

so ja - um eg nakrantíð fái synir

verða teir vandamiklir menn,

men vandin við teimum

verður ikki tann, sum samfelagið væntaði

Hendan yrkingin hjá Daragh Fleming - og aðrar hjá honum, eisini um døtur - eru eitt einfalt, men mergjað aftursvar til tær ræðandi sterku myrkursins kreftir, sum í okkara tíð siga, at empati er ein veikleiki í vesturlendskari sivilisatión.

Tí tað er beint øvut! Empati er ein berandi grundsúla undir einum mentaðum samfelag, har alt livandi - menniskju, djór, umhvørvi - kann fáa bestu umstøður,

Góðan og empatiskan flaggdag, øll somul!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #