Í lesarabrævið á www.lesarin.fo dagfest 20. apríl 2026 leggur Maria Jacobsen Vága kommunu undir at byggja kirkjugarðin, í Sandavági út, uttan byggiloyvi, loyvi frá friðingarmyndugleikanum og uttan ognarskap.
Vága kommuna skal við hesum avvísa hesar pástandirnar í lesarabrævinum, tí hesir eru beinleiðis skeivir.
Vága kommuna hevur fingið loyvið frá lokalu friðingarnevndini dagfest 13. august 2025 og sum varð staðfest av yvirfriðingarnevndini við avgerð frá 1. desember 2025.
Byggiloyvið til kirkjugarðin varð viðgjørt, og samtykt, á fundi í teknisku nevnd tann 12. februar 2026.
Vága kommuna hevur eisini ognarskap yvir økið. Hóast tað ikki er skrásett hjá Tinglýsingini enn, so hava allir eigararnir undirskrivað bindandi skeytir, har eigararnir selja tann partin, sum Vága kommuna skal brúka til kirkjugarð. Tískil eru eigaraviðurskiftini eisini í ordan, hóast nøkur formlig viðurskifti enn ikki eru komin uppá pláss viðv. tinglýsing.
Sostatt kann Vága kommuna vissa allar borgarar um, at øll viðurskiftið viðvíkjandi útbygging av kirkjugarðinum í Sandavági eru í lagi, og øll neyðug loyvi eru fingin til vega. Hava borgarar ivamál ella spurningar til málið eru teir vælkomnir at venda sær til Vága kommunu á vaga(at)vaga.fo ella tlf.: 344400.
Vegna Vága kommunu
Vinarliga
Bjarni Prior
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



