Diplomatur er hann sum altíð minnist hennara føðingardag, men ongantíð hennara aldur
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Diplomatur er hann sum altíð minnist hennara føðingardag, men ongantíð hennara aldur
- Robert Frost
Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: 21 sigrar hevði SÍ vunnið á rað, og tann 22. kom eisini til høldar í dag í steypafinaluni ímóti ÍF við Tjarnir, men í dag stóð veruliga á hjá sørvingum, tá ið fuglfirðingar høvdu lagt seg á odda 2-1 í settum og vóru á odda 17-13 í fjórða setti. Men SÍ stóð ímóti trýstinum og vann settið 25-22 og síðani javnbrótaran 15-12 og er steypavinnari fyri áttandu ferð.

SÍ hevði vunnið fyrsta sett 25-23 uttan tað stóra hóvastákið, men ÍF hevði víst dygdir móti endanum, og tær sóust aftur í øðrum setti, har ÍF fór undan og vann 25-17. SÍ hevði framvegis trupulleikar við móttøkunumm, sum ÍF gjørdi sær dælt av og legði seg á odda 10-2 og 20-12, áðrenn settið var vunnið 25-21.

Góða gongdin hjá ÍF helt fram í triðja setti, og SÍ hevði veruliga knívin á barkanum, tá ið ÍF legði seg á odda 17-13. Við fýra stigum á rað javnaði SÍ tó til 18-18. ÍF togaði seg tó framumaftur 20-18, men ÍF gróv djúpt og soleiðis gjørdist støðan 22-22, tá ið SÍ vann tríggjar bóltar á rað og settið 25-22.

SÍ fekk flúgvandi byrjan upp á javnbrótaran, har serliga Jhonlenn var stinnur, og brátt var SÍ á odda 8-2 og 11-5. ÍF gav tó ikki skarvin yvir og bardi seg upp á 10-11. Men nærri kom ÍF ikki, og so vann SÍ loksins 15-12.

Dagsins leikari gjørdist Hákun Nón hjá ÍF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #